Í hesum døgum er sonn mentanarútrás til París, har føroysk listafólk sýna seg fram.
Klaus Ib Jørgensen, sum er mentanarleiðari í Le Bicolorei í La Maison du Danemark og mentanar- og miðlaráð í Donsku sendistovuni, sigur tiltakið vera betri vitjað, enn tey donsku tiltøkini plaga at vera.
- Tað tykist vera stórur áhugi fyri føroyskari mentan og list, bæði frá forløgum, miðlum og listaáhugaðum, sigur hann.
Á bókmentatiltakinum, sum var í gjár, vóru eini 17-19 viðkomandi forløg til staðar, og tað er nógv, siga tey í Danmarkarhúsinum.