- Hesir filmarnir eru so knýttir til teirra land og teirra landslag, og teir eru eitt fínt ískoyti til ta list, sum verður sýnd fram her.
Tað sigur Tina í Dal Wagner, stjóri á Filmshúsinum, sum er partur av mentanarátakinum, sum er í París í hesum døgum.
Talan er um filmarnar Skál, Trøllabeiggin og Handanland, og áskoðararnir tóku sera væl ímóti føroysku filmunum í París, sigur Tina í Dali Wagner.
Nón er í hesum døgum í París, og sendingarnar hesa vikuna lýsa føroysku mentanarútrásina, sum er á Champs Élysée.
Hoyr samrøðuna við Tinu her.