Samband er millum partarnar, sigur Ólavur Jøkladal, nú boykottið av Tjóðpallinum gongur á øðrum ári. Hvat sigur formaður í Leiklistaráðnum, ið er stýrið fyri Tjóðpallin, um varandi kreppuna á leiklistaøkinum. Ólavur Jøkladal er formaður í Leiklistaráðnum, sum er stýrið fyri Tjóðpallin.
Sjálvmorð, sorg, sálarsjúka, sosialir miðlar, happing og ágangur á netinum. Tað eru millum evnini, ið verða viðgjørd í nýggju føroysku ungdómsskaldsøguni, Loynigentan, sum eisini er ein spenningsøga. Vit hitta rithøvundin, Tórunn Karinu Henriksen.