"Territorial Songs" er heiti á fløgu við verkum, har blokkfloytan veruliga sleppur at royna sítt veingjaflog.
Sunleif Rasmussen kemur út við nýggjari fløgu við tónleiki fyri blokkfloytu og orkestur. Fløgan kemur út í Norðurlondum á hansara 60 ára føðingardegi tann 19. mars og í restini av heiminum í apríl.
Nógv forvitnisligt er at hoyra á fløguni, og ein íblástur, sum gongur aftur í fleiri av løgunum, er kvørkveggjan.
Michala Petri, sum í tí dagliga er unnusta hjá Sunleifi, spælir solo-blokkfloytu á øllum løgunum, sum øll eru skrivað til hennara.