– Summir spurningar verða bólkaðir sum etiskir, so teir kunnu setast til síðis, um teir kunnu seta okkurt annað í vanda, sigur Turið Nolsøe.
– Spurningurin er, um hesi etisku málini ikki ofta eru átrúnaðarlig mál. Tað haldi eg, at tey eru, sigur Theodor Eli Dam Olsen.
Tey bæði halda tað vera hent hjá politikarum at bólka summi politisk mál sum etisk. Tí í grundini er etikkur uppi í øllum málum.
Í hesi samrøðuni við Turið Nolsøe, retorikara, og Theodor Eli Dam Olsen, prest, viðgera vit spurningin um "sonevnd" etisk mál í politikki.