- Framúrskarandi framleidd, framførd og skrivað.
Tað eru ikki hissini skotsmál sum Brian Whitney, stovnarin av Just Plain Folks, gevur útgávuni "Letters from the Faroes" hjá Lenu, sum kom út í 2011.
Fløgan gjørdist Album of the year, tá ið JPF Music Awards varð hildið á nýggjárinum.
Vit tosa við Lenu Anderssen og Niclas Johannesen, sum saman hava skrivað, spælt og framleitt Letters from the Faroes. Vit tosa um heiðurin og um útgávuna. Vit leita eftir skapanarligu tilgongdini, spyrja hvussu tað er at vera hjún og arbeiða saman kreativt.