Tað er gott at koma inn í Kringvarpið. Móttøkan hevur verið góð og heit. Tað sigur Johnny í Grótinum, sum er nýggi stjóri í Kringvarpinum. Hann er heldur, at tað er umráðandi at vera har, sum brúkarin er, og tí er neyðugt, at Kringvarpið er nógv á sosialu miðlunum, soleiðis at KvF eisini røkkir teimum ungu. Johnny er sjálvur virkin á sosialu miðlunum, og tískil fekk hann eisini eina gávu til høvið - eina selfie-stong.