- Nú er tann stundin, føroysk stuttrøð.
Stutt eftir, at Føringafelag er stovnað í 1888 og Føringatíðindi, fyrsta avís, skrivað á føroyskum, kemur út í 1890, tekur seg upp tvístøða um føroyska skriftmálið.
Málfrøðingurin Jakob Jakobsen mælir til eina ljóðfrøðiliga stavseting heldur enn hina upprunafrøðiligu málskipanina hjá Hammershaimb.
Í 1895 verður samtykt uppskot um Broyting, sum er ein linking í Hammershaimbs-stavsetingini, men mótstøðan er stór, og sum frá líður verður gingið frá semjuni um Broyting.