Winnie hevur livað við áhaldandi pínu í arminum í seks ár eftir eina miseydnaða doyving á Landssjúkrahúsinum.
Hans Berg hevur sklerosu og hevur í átta ár havt pínu í flagbróstinum og beinunum, sum eingin heilivágur hevur kunnað linnað.
Á nýggju pínuklinikkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi fáa fólk við kroniskari pínu linnandi viðgerð og hjálp at læra at liva við pínuni.
Dagmar Joensen-Næs og Jónfinn Stenberg hava gjørt sendingina.