Fyri seks árum síðan hevði eg ein tátt í Plátubarrini, har sjey av Toto-løgunum við kvinnu-heitum vórðu spæld.
Lurtarar eru, sum javnan hava biðið meg endursent táttin, men ístaðin havi eg hug at gera eina heila tímasending (55 min.), her tey sjey tá spældu Toto-kvinnu-løgini kunnu vera ein góð helvt av sendingini, meðan nakrar aðrar kvinnur sita á hinum minuttunum í hesi Minibarr, sum er tann seinasta í ár. Tó verður eitt undantak, tá vit enda við yvirhøvur fyrsta staklagnum, sum Toto gav út í 1978.
Minibarrin 10. september 2021