Talan var um ein sokallaðan superbólk við fyrrverandi manning úr Yes, Emerson Lake and Palmer, Uriah Heep, og The Buggles. Asia spældi symfoniskt, progressivt, blandað saman við synth-kendum popprokki. Henda frum- og sjálvheitispláta er tann best umtókta album-útgávan hjá bólkinum.
1. januar í 2021 spældi Asia framvegis, men einans helvtin av upprunamanningini var við. Fyrsta skiftið í manningini var longu áðrenn triðja albumið í 1985, og sangarin, John Wetton, er ikki millum okkara longur.