Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.Hvør s... more
FAQs about Plátubarrin:How many episodes does Plátubarrin have?The podcast currently has 341 episodes available.
January 11, 2021Temaplátan: The Amazing Kamikaze Syndrome (1983)Stóra hitttíðarskeiðið hjá hesum enska rokk-bólki vóru sjeytiárini, men tíðliga í áttatiárunum vaks áhugin fyri Slade aftur.Ein væleydnað konsert-spæling og eitt sera vælumtókt amerikanskt cover av Slade-lagi ávirkaðu tann rætta vegin.Við einum øðrum heiti varð The Amazing Kamikaze Syndrome eisini givin út í USA, har útgávan bleiv tað yvirhøvur størsta album-hittið hjá Slade, hvørs upprunamanning gavst í 1992....more54minPlay
January 11, 2021PB Midnáttartáttur 9. jan.: Slade frá 1971 til '76Plátubarrin 9. januar 2021. Fyrr um kvøldið var Slade útgávan, The Amazing Kamikaze Syndrome, frá 1983 temapláta í Plátubarrini.Løgini á midnátt: Coz I Love You, Mama We're All Crazy Now, Goodbye T'Jane, Cum On Feel The Noize, Skweeze Me, Pleaze Me, The Bangin' Man, Let's Call Quits, Nobody's Fool - Slade....more37minPlay
January 10, 2021TEMAPLÁTAN: The Amazing Kamikaze Syndrome, 1983Stóra hitttíðarskeiðið hjá hesum enska rokk-bólki vóru sjeytiárini, men tíðliga í áttatiárunum vaks áhugin fyri Slade aftur. Ein væleydnað konsert-spæling og eitt sera vælumtókt amerikanskt cover av Slade-lagi ávirkaðu tann rætta vegin. Við einum øðrum heiti varð The Amazing Kamikaze Syndrome eisini givin út í USA, har útgávan bleiv tað yvirhøvur størsta album-hittið hjá Slade, hvørs upprunamanning gavst í 1992....more54minPlay
January 02, 2021TEMAPLÁTAN: Mylo Xyloto hjá Coldplay í 2011Talan er um eina søguplátu, konseptalbum, har sparkararnir Mylo og Xyloto eru upp ímóti einaræðisharranum, Major Minus, ið kúgar sítt fólk. Men teir sokallaðu "sparkers" (neistarnir) gera á sín hátt uppreistur við graffiti í gøtunum, og við ljóði og óljóði. Harafturat er Mylo Xyloto ein kærleikssøga. PB 2.1.2021....more52minPlay
December 31, 2020TEMAPLÁTAN: Robert 25, Robert Mc Birnie, 1984Eisini 'Rósan' og "Vágsbygd' eru klassikarar. Sama er við fleiri útlendskum løgum frá Faroe Boys tíðini, ið fest vórðu á plátuna og kassettubandið.Talan eru um eina samrøðusending; Robert Mc Birnie greiðir frá upptøkunum til plátuna, sum gjørdar vórðu í Íslandi, tá Robert og Vinmenn spældu har í 1984. Eisini greiðir hann frá øðrum, bæði áhugaverdum og undirhaldandi. Nýggjár í Plátubarrini 31.12.20...more1h 5minPlay
December 31, 2020TEMAPLÁTAN: Ókendar leiðir, Rani Nolsøe, 2020Rana Nolsøe kenna vit væl sum gittarist og sangara í Frændum. Her roynir hann seg við eini plátu, sum fyri mesta partin umboðar einstaklingin Rana, harav tann mest persónligi sangurin er 'Ein sangur til tín. Hann varð skrivaður um vinmannin, Óla Wolles Andreasen, sum andaðist í 1990.Fleiri stílir eru á útgávuni; innilig vøkur løg sum 'Eina løtu aftrat', og rokkur, harav Flemish Cap er kent lag, sum útvarpið hevur spælt nógv. Nýggjár í Plátubarrini 31.12.20...more59minPlay
December 26, 2020TEMAPLÁTAN: Super Trouper 40, Abba, 1980Talan er um seinastu stór-plátuna hjá Abba, her lagið 'The Winner Takes It All' er tað kendasta. Løgini 'Happy New Year', 'Super Trouper' og 'Lay All Your Love On' Me kenna fólk eisini. Plátubarrin 2. jólkvøld 2020....more1h 2minPlay
December 12, 2020TÁTTUR: Ken Hensley og Uriah Heep '71 - '77Talan er um nøkur av teimum kendastu sangunum, sum Ken Hensley gjørdi saman við Uriah Heep í sjeytiárunum. Til dømis Lady In Black, Look at Yourself, Stealin', og Free Me. ES: vanliga verða tættirnir á midnátt einans lagdir á heimasíðuna, tá lurtarar spyrja um hetta, eins og í hesum føri....more37minPlay
December 12, 2020TEMAPLÁTAN: Cornerstone, Styx, 1979Utgávan inniheldur bæði tað størsta europeiska hittið og tað størsta amerikanska hittið hjá Styx. Dennis DeYoung og Tommy Shaw skrivaðu og sungu flestu løgini á Cornerstone. Babe er sangur hjá Dennis DeYoung, meðan Tommy Shaw skrivaði Boat on the River. Babe er einasti sangur, ið Styx hevur havt sum plettskot á amerikanska Billboard Hot 100, meðan Boat on the River er bólksins størsta europeiska hitt. David Fricke hjá tíðarritinum Rollin Stone skrivaði tann 13. desember í 1979, at Styx altíð hevði skilt týdningin av góðum løgum, gittarriffum, og harmonium....more43minPlay
December 05, 2020TEMAPLÁTAN: I'm No Hero, Cliff Richard, 1980´'Dreamin' og 'A Little In Love' eru størstu hittini á plátuni, sum Alan Tarney framleiddi. Framvegis spæla útvarpsstøðirnar lagið 'Dreamin', so hon er ein varði í poppinum. Eisini framleiðsluhátturin var fyridømi hjá øðrum áttatiára-framleiðarum....more51minPlay
FAQs about Plátubarrin:How many episodes does Plátubarrin have?The podcast currently has 341 episodes available.