Talan er um fyrsta danska albumið, sum rakk til fyrstaplássið í Svøríki. Samlaða sølan er omanfyri 600.000 eintøk. Plátufelagið, Virgin Records, ætlaði at gera Sannu Salomonsen til eitt altjóða navn, men tann royndin miseydnaðist av fleiri grundum, eitt nú treivst Sanna illa í studio- og framleiðsluumhvørvinum í London.
Umframt trý rokk-kend løg, er útgávan 'Sanne' synth-poppur, tó slagverk, elektriskir gittarar og bassgittari eisini verða nýtt sum ljóðføri. Plátubarrin 27. februar 2021.