Higway Star, Lazy, og Space Truckin eru onnur sera kend løg frá Machine Head. Eisini verður eitt av vrakaðu albumløgunum spælt, ið einans varð nýtt sum b-síða á singleplátu, men sum í eftirtíðini hevur ment seg til ein Purple-klassikara av teimum stóru.
Í táttinum verður partur av Deep Purple-søguni sagdur, eisini hoyra vit um serliga hending í samband við upptøkuna í Montreaux í Sveis.
Harumframt er stutt samrøða við Ian Gillan, sangara í Deep Purple, við í sendingini. Plátubarrin 9.5.2020