Dave A. Stewart og Annie Lennox hittust í London. Saman við Peter Coombes stovnaðu tey í 1976 The Catch, ið síðani bleiv til bólkin The Tourists, sum í 1979 hittaði við I Only Wanna Be With You.
Í 1980 fóru David Stewart og Annie Lennox saman um Eurythmics, hvørs fysta album í 1981, In the Garden, ikki gjørdi nógv um seg. Í 1983 sendu tey tvey album á marknaðin, tað fyrra, Sweet Dreams (Are Made of This), hevði við sær, at Eurythmics bleiv eitt heimsnavn, og tann seinna, Touch, hevði eisini fleiri hitt í sær, eitt nú Who's That Girl.