Talan er um best umtóktu útgávuna hjá amerikanaranum Lou Reed, sála, sum bleiv kendur frá sekstiárabólkinum Velvet Underground, ið eisini verður umrøddur í hesum dokumentariska tátti. Lou Reed var ein slóðari í trýssunum og ein kann siga, at hann í 1972 ljóðsetti Transformer í egnari slóð. David Bowie var ein av framleiðarunum. Talan er um rokk, glam-rokk, og popp við ávirkanum frá øðrum tónleikasløgum.