Kvinnur, sum arbeiða partstíð, snýta seg sjálvar í eftirløn.
Útrokningar vísa, at tað kostar fleiri túsund krónur í eftirløn um mánaðin at arbeiða 3/4 tíð eitt heilt arbeiðslív. Og av tí, at umleið onnurhvør føroysk kvinna arbeiðir partstíð, er trupulleikin víðfevndur.
Pør mugu taka ta truplu samrøðuna um pengaviðurskifti, sigur pensjónsráðgevi. Arbeiðir kvinnan partstíð og tekur meginpartin av barnsburðarfarloyvinum, má maðurin rinda henni eitt endurgjald fyri hetta, so hon er eins væl fyri sum hann í pensjón, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Betri Pensjón.