Mads Nørgaard Nielsen í Klaksvík eigur eitt ótal av gomlum 78-plátum. Hann hevur serligan áhuga fyri tónleikinum frá hesi tíðini, og hann veit nógvar søgur í sambandi við tónleikin.
Hans Eli Sivertsen á Argjum hevur eitt stórt savn við firvaldum, og harafturat hevur hann eisini eitt stórt fuglasavn. Nú arbeiðir hann á Føroya Sjósavni, og har kemur hansara áhugi fyri náttúruni eisini til góðar.
Lagt til rættis: Tórður Mikkelsen og Bjarni Árting Rubeksen.