Føroyskt bátasmíð er um at fara í søguna. Tað eru mestsum bert kappróðrarbátar, ið enn verða smíðaðir.
Aðrir bátar eru sjáldan í umbøn, og fyri tað mesta eru tað umvælingar, bátasmiðirnir, ið eftir eru, liva av. Tá so lítið er at gera, kunnu bátasmiðirnir ongan taka í læru.
Tí fer elligamla handverkið at doyggja út, um einki verður gjørt fyri at bjarga tí. Landið má upp í leikin og má bera kostnaðin fyri ítøkiligar loysnir. Annars verða bátasmiðirnir, ið eftir eru, teir seinastu.