Føroyska sjómansmissiónin fyllir 100 ár. Hon varð stovnað í 1918 og er partur av kirkjuligu heimamissiónini í Føroyum.
Sjómansmissiónin hevur skrivstovu í Nesvík og hevur ein trúboðara í starvi, sum er Torleif Johannesen. Hann vitjar skip og bátar og sjómanskvinnuringar, sum eru um 40 í tali.