TAKS kom í februar í ár til niðurstøðuna, at Eik Banki ikki hevði rætt til tær 92 milliónir krónurnar, sum bankin upprunaliga fekk játtað sum frádrátt á sumri 2015. TAKS metti tó ikki, at málið skuldi fáa avleiðingar fyri Eik Banka.
Men Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur síðan sett ein bráðfeingisstjóra á TAKS, sum skal kanna, hvussu TAKS kann koma til tvær so ymiskar niðurstøður og um grundarlag er fyri, at málið verður sent fútanum.