Dokumentarar

Søgurnar eru her!


Listen Later

Í Skopun situr filmslistarmaðurin Sakaris Stórá. Hann heldur ikki, at neyðugt er at fara av oynni at gera film. Tvørturímóti er ógvuliga umráðandi hjá honum at vera staddur í heimbygdini, tá hann arbeiðir. Her fær hann friðin at hugsavna seg.
Í kjallaranum heima við hús hjá foreldrunum hevur hann sítt arbeiðsrúm. Her situr hann og skrivar søgurnar til sínar filmar og klippur upptøkurnar saman. Sandoyggin er eisini pallurin í báðum seinastu filmunum hjá Sakarisi. Upptøkurnar eru gjørdar í Skopun og har um vegir.
- Mær nýtist ikki at fara til Havnar ella av landinum, tá ið filmsupptøkur skulu gerast, tí søgurnar eru allastaðni - eisini her í Skopun, sigur filmsleikstjórin.
Í sendingini hitta vit 28 ára gamla Sakaris Stórá, sum man vera tann einasti í Føroyum, sum hevur filmslistina sum sítt dagliga yrki. Sakaris hevur higartil gjørt fýra stuttfilmar. Teir báðir seinastu, Summarnátt (2012) og Vetrarmorgun (2013) eru gjørdir í Sandoynni.
Suni Merkistein og Hallur Thomsen hava lagt til rættis.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

DokumentararBy Kringvarp Føroya


More shows like Dokumentarar

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Gudstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Gudstænastur í útvarpi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners