Í sambandi 75 ára føðingardagin hjá Anniku Hoydal í dag 19. nov., verður sendingin "Annika Hoydal - Eg var við í mínum lívi", sum Eir í Ólavsstovu gjørdi í 2007, endursend.
Hvørt mansbarn í Føroyum kennir sangirnar hjá Anniku Hoydal, men sum sjónleikari er hon minni kend. Í nærmyndini av Anniku fáa vit innlit í hennara fjølbroytta listarliga arbeiði.
Annika flutti nógv sum barn og ung, tí hevur tað verið týdningarmikið fyri hana at skapa eitt heim, sum mótvekt til rótloysið, at tað bleiv mitt í Keypmannahavn var av tilvild.