Sniálvur Jóanesarson, bóndi á Kvålegarðinum á Voss í Noregi, hevur veruliga gjørt vart við seg í norska seyðahaldinum. Tá sendingarnar vórðu gjørdar, var hann formaður í seyðafelagnum á Voss og í nevndini í seyðafelagnum fyri Hordaland.
Hann var ofta dómari í seyðakappingum, og tá hann sjálvur var við í kappingum, átti hann ofta bestu seyðirnar. Sniálvur hevur fylgt gjølla við hvørjum einstøkum seyði.
Hetta er 3. sending við funningsmanninum á Voss. Tórður Mikkelsen legði til rættis í 1992.