Hendan Vælgagnist-sendingin varð fyrstu ferð at hoyra í Útvarpinum 9. mars í 1993.
Mona Olsen í Klaksvík, vanliga nevnd Mona á Spinnarínum, ger roknaknettir við rosinum. Mona ger knettini úr feskum rognum, ið hava verið fryst. Hon kókar knettini í ein hálvan tíma.
Jórun Mørkøre arbeiðir á deildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovu, ið hevur eftirlitið við at virki, handlar og eitt nú køkar, ið gera mat til sølu, lúka reinføriskrøvini. Í sendingini gevur Jórun okkum góð ráð, tá vit gera mat, tá vit matgera heima í køkinum.