Lagið smíðaði Petur Alberg í Havn árið eftir. Føroyingar fingu alt fyri eitt tokka til sangin, og tá ið Føroya Fólks Sangbók á fyrsta sinni kom út í 1913, stóð sangurin fremst í bókini. "Tú alfagra land mítt" hevur kortini ongantíð fingið formligt gildi sum almennur tjóðsangur. Í nógv ár høvdu "Tú alfagra land mítt" og "Eg oyggjar veit" støðu sum føroyskir tjóðsangir á jøvnum føti, men sum frá leið vann "Tú alfagra land mítt" á hinum. Í sendingini »Streingir, ið tóna«, verður sagt frá um tjóðsangin og menninar, ið gjørdu hann fyri meira enn hundrað árum síðani.