Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um at 10 prosent av ávísum kvotum skulu seljast á uppboðssølu í 2016, liggur framvegis í Vinnunevndini.
Í sendingini lýsa vit, hvussu fiskatilfeingið verður savnað á færri og færri hondum, og spurnartekin verður sett við, hvørt valdið at skipa fiskivinnuna liggur hjá politikarunum ella hjá vinnuni.