Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

All Summarmorgun episodes

  • Ber til at liva av telduspølum í Føroyum?
    Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, skipar í annaðkvøld fyrifyrilestrum um møguleikarnar at menna telduspøl í Føroyum og at liva av ti. Fyritiøkan Simprentis ger oljuleitingarspøl, og virksemi hjá teimum røkkur út um landoddarnar.
    Martin Mohr Olsen var gestur í morgunsendingini .
    8 min
  • G! verður aftur næsta ár
    Høvuðsnøvnini komu ikki til landið, tí tað viðraði so illa, men fyrireikararnir hava ikki mist mótið, og herja á aftur næsta ár. Janus Rasmussen var í morgunsendingini.
    7 min
  • Gongutúrur í Skopun
    Sunnudagin verður gongutúrur í Skopun, har Jens Marius Hentze, sum er ættaður úr Skopun,fer at greiða frá. 
     
    Hugskotið til gongutúrar í Skopun kom fyr tveimum árum síðani, og undirtøkan var so góð, at nú verður tátturin tikin uppaftur.
    Skopun er niðursetubygd, og grundarsteinurin varð lagdur í 1833.
     
    Elis Poulsen hitti Jens Marius Hentze í morgunsendingini.
    13 min
  • Sóknast eftir sjórænaraskipum í Klaksvík
    Vatnkrríggj er fastur táttur á Sjómannadøgunum, sum verða í Klaksvík næstu vikuskifti. Men tørvur er á fleiri skipum, tí so nógv vilja sleppa í vatnkríggj.
     
    Kári Sólstein hitti ein av fyrireikarunum, John William Joensen, í morgunsendingini.
    8 min
  • Fólkafundur um samfelagsmál
    Ítróttarhøllin í Hoyvík verður karmur Fólkafundin 2012, sum Jóhannes Miðskarð saman við øðrum skipar fyri. 
     
    Fakfeløg, áhugafeløg og politiskir flokkar vera við, og áhugin er stórur. Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a. útbúgving og viðurskifti millum kommunur, land og ríki.
    27.000 fólk vóru á Fólkafundinum á Bornholm í summar, sum verður nýttur sum fyrimynd.
     
    Kári Sólstein hitti Jóhannes Miðskarð í morgunsendingini.
    12 min
  • Gevast at taka ímóti ull
    Í fjør tók Sirii tey ímóti 50 tonsum, og í ár vænta tey at fáa eini 40 tons. Tey, sum lata ull, fáa ullvørur frá Sirri í býti.
    Árni Brattaberg sigur, at arbeitt verður við møguleikanum, at ALS-skipanin skal taka yvir ullamóttøkuna.
     
    Kári Sólstein hitti Árna Brattaberg í morgunsendingini.
    9 min
  • Føroyingur borgarstjóri í Honningsvaag
    Kristina flutti til Noregs um ársskiftið 1988/89 og fekk skjótt lærarastarv. Hon gjørdist álitisfólk og seinni formaður í lærarafelagnum í Finnmørkini. Síðani fór hon upp í politikk, og síðani 2007 hevur hon verið borgarstjóri í Honningsvaag í Norðkapp kommunu.
    Hoyr samrøðuna, sum Elis Poulsen gjørdi við Kristinu Hansen í morgunsendingini
    15 min
  • Búkurin er skurðviðgjørdur ikki heilin
    Fyri trimum mánaðum síðani vigaði Símin góð 126 kilo, og í dag er hann lætnaður eini 25 kilo. Hann hevði roynt alt, fyri at fara aftur í vekt og sjálvt um hann lætnaði viðhvørt, so var trongdin at eta so stór, at eftir stuttari tíð kom alt uppá aftur. Hann sá sær ongan annan útveg, enn at leggja seg undir skurð fyri fiti.
    Í dag er hann lætnaður fleiri kilo, men trongdin eftir søtum er ikki horvin og hugurin at eta er enn sterkur.
    28 min
  • Heiðafuglurin er hampuligani væl fyri
    Tað er í Skúvoy, at tey hava talt heiðafugl í summar. Bergur Olsen hevur samskipað teljingina og vísir hon, at heiðafuglurin er hampuligani væl fyri, meðan sjófuglurin hevur tað minni gott. Hoyr samrøðuna við Berg her:
    12 min