Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

All Summarmorgun episodes

  • Yngul- og ætikanningar hjá Havstovuni á sumri 2012
    Kanningarnar høvdu til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli. Hoyr sanrøðuna við Eilif her:
    20 min
  • Eydnaðist at koma upp á Trøllkonufingur
    Um hálvgumátta-tíðina í gjáramorgunin fóru sjey mans í land við Trøllkonufingur. Endamálið var, at onkur teirra skuldi sleppa upp á sjálvan toppin á Trøllkonufingri. Og tað eydnaðist so í gjárkvøldið. Øssur Egholm tosaði við ein av klatrarunum, Heina Hátún, í Summarmorgni fyrrapartin í dag.
    10 min
  • MFS skipar fyri VITAN
    Aftur í ár fer MFS at skipa fyri VITAN. VITAN er røð av kjakfyrilestrum, har fokusøkið er vitan. Vitanarsamfelagið er framtíðin, og vil MFS vera við at fremja vitanarsamfelagið í Føroyum. Vit nýtast ikki at enduruppfinna djúpa borðiskin. Avbjóðingin er hinvegin at varpa ljós á ta vitanina, vit longu hava í Føroyum, samstundis sum vit menna og styrkja hesa vitanina. Ið er júst orsøkin MFS hevur valt at skipa henda tátt, annað árið á rað.
    Kári Sólstein tosar við Martin Mohr Olsen frá MFS.
    6 min
  • Kortleggja allar ílegur í Føroyum
    Dreymurin er, at FarGen verður ein fyrimynd fyri allan heimin innan heilsuøkið. Tað er Bogi Eliasen, sum stendur fyri hesari verkætlanini. Kári Sólstein tosar við Boga Eliasen í Summarmorgni.
    20 min
  • Egyptaland og Sharia-lógirnar
    Muslimsku brøðurnir er ein víttgangandi islamistiskur felagsskapur, sum millum annað hevur fingið skotið í skógvarnar, at teir "framleiða" yvirgangsfólk. Eftir at Hosni Mubarak fall í fjør, eru Muslimsku brøðurnir komnir tættari valdinum í Egyptalandi. Fyribils hava teir fingið forsetan. 
     
    Men nú bera mong ótta fyri, hvat kann henda. Serliga bera fólk ótta fyri at fáa sett í gildi sonevndu harðrendu og islamistisku Sharia-lógirnar. Kári Sólstein tosar við Heina í Skorini um Muslimsku brøðurnar, Sharia-lógirnar og annað.
    21 min
  • Føroyskur matur úr føroyskari rávøru
    Skulu vit hava franskan, italskan ella føroyskan mat á føroysku matstovuborðunum? Kári Sólstein tosar við gourmet-kokkin, Leif Sørensen um millum annað, hvussu tú mennir føroyskan mat best. Leif Sørensen er ein av okkara fremstu kokkum, og hann starvast í løtuni sum leiðari á matstovuni KOKS á Hotel Føroyum.
    23 min
  • Føroyingur hjálpir í Darfur
    Borgarakríggj, hungursneyð, neyðtøkur og líknandi hevur eyðkent partar av afrikanska landslutinum í Sudan, Darfur, síðan borgarakríggið byrjaði í 2003. Kári Sólstein hevur havnarmannin, Signheðin Knudsen, í telefonini úr Darfur.
    15 min