Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

All Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun
    Mikukvøldið hevur ólavsøkukórið sína fyrstu venjing. Hesaferð hevur strandingurin Ásbjørn Berthelsen fingið heiðurin at stjórna kórinum. Finnur Koba hitti hann í arbeiðsrúminum í kjallaranum í heiminum á Strondum.
    11 juli fyri 60 árum síðani, mynstraði Jegvan Sundskarð, sum 16 ára gamal, umborð á Skálaberg. Hann hevur siglt síðani og hevur ikki ætlanir um at gevast.
    56 min
  • Summarmorgun
    Benjamin Djurhuus hevur latið nýggja útgávu út. Finnur Koga hittir Benjamin til eitt prát um sangir og útgávuna.
    Sangarin Bon Jovi hevur ikki verið á pallið í 4 ár, tí røddin hevur bilað, men týskvøldið helt hann konsert í Madison Square Garden. Fríðin Ziskason, sum hevur verið til 27 konsertir hjá Bon Jovi var til konsert í New York.
    Fyri 45 árum síðani sløkti Marius Rein útvarpspultin niðri á Bryggjubakka og nýggi pulturin tók yvir uppi í Sortudíki. Finnur Koba hevur hitt Marius til eitt prát um Bryggjubakka og skiftið.
    Og Vestanstevna er um vikuskiftið. Vit tosa við fyriskiparan Kristinu Mouritsen.
    55 min
  • Summarmorgun
    Ragnar Sundstein greiðir frá um sangin Elskaður til endan, sum abbi hansara hevur yrkt og sum hann hevur fingið innspælt. Hann fekk studiotíð í gávu frá børnunum.
    Fimleikafelagið Støkk er í Italia í hesum døgum og luttaka á fimleikafestivalinum Festival Del Sola í Riccione í Italia.
    Jóhannes Miðskarð skipar fyri túrum í Keypmammahavn, har hann greiðir frá um H.C.Andersen og Søren Kierkegaard. Eisini er ein túrur, har hann greiðir frá um burðardyggar bygningar í Ørestad Syd.
    54 min