Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

All Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun
    Vit tosaðu við Trónd Arge, ítróttarjournalist, sum greinaði HM finaluna, og eisini tók samanum kappingina sum heild.
    Og Finnur Koba vitjaði við Løkin í Runavík, har hann hitti Meinhard Olsen, ið nú er komin aftur til barndómsfelagði at spæla. Meinhard greiddi eisini frá um hendingina á Malta, har NSÍ spældi fyri nøkrum døgum síðani, og har ófrður tók seg upp um eina dómaraavgerð.
    55 min
  • Summarmorgun
    Fyrr í summar settu kommunurnar í suðuroynni Jens Arna Leo Hammerfoss í starv sum integratiónssamskipari fyri oynna, hann tekur við 1. august. Jens Arne greiðir í sendingini millum annað frá, hvat starvið inniber, og at hann sum tað fyrsta fer at seta seg í samband við allar kommunurnar í oynni.
    Eisini var Finnur Koba inni á gólvinum hjá Guðrum & Guðrun, har Guðrun Rógvadóttir greiddi frá um nýggju B Corp umsøkn teirra, sum nú er gingin á møti. Hetta er ein holistik góðkenning, sum í líka stóran mun tekur atlit til fólk og umhvørvi sum til botnlinju.
    55 min
  • Summarmorgun
    Í Summarmorgni greiddi Ásbjørn Berthelsen frá, um fyrstu venjingina hjá stóra ólavsøkukórinum, sum var í læraraskúlahøllini, og Tóna Fritsdóttir greiddi frá um eina myndlista framsýning, hon hevur í Havn í hesum døgum. Tóna býr og arbeiðir í París, men hevur verið í Føroyum og tikið myndir til framsýningina.
    55 min
  • Summarmorgun
    Vit hava hitt Lassin Isaksen, fyrverðandi fótbóltsdómara, ið nú starvast sum dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandinum, og spurt hann um nýggju reglurnar, ið komnar eru í sambandi við hesa HM kappingina í fótbólti.
    Og vit vitjaðu eisini í Sjónleikarhúsinum í Havn, har fyrireikingar til ársins ólavsøkukabarett, í hesum døgum fara fram. Finnur Koba hitti teir tríggjar leikararnar Dáva Birgisson og Lív Bruun Muller, sum eru við fyri triðu ferð, og Juttu Linklett, ið roynir seg fyrstu ferð á palli.
    56 min
  • Summarmorgun
    Jens Jákup Hansen hevur sett sær fyri at endurskapað sigið í Nýggjabergi. Hann ger ein nýggjan bumm og stól, so man kann royna at síga niður aftur í Nýggjaberg, sum man gjørdi í gomlum døgum.
    Um ólavsøkuna hevur leikbólkurin Ævintýraferðin sermerkta sýning í amtmansgarðinum. Finnur Koba hevur hitt Búa og Dánjal til eitt prát um hetta.
    Eini 20-25000 gestir fara at gista í nýggja hotel KG í Klaksvík. Men hvørji krøv setir tað til ferðavinnuna í økinum. Tað tosa vit við leiðaran í Visit North, Theresu Turidardóttir Kreutzmann, um.
    55 min