Jens Jákup Hansen hevur sett sær fyri at endurskapað sigið í Nýggjabergi. Hann ger ein nýggjan bumm og stól, so man kann royna at síga niður aftur í Nýggjaberg, sum man gjørdi í gomlum døgum.
Um ólavsøkuna hevur leikbólkurin Ævintýraferðin sermerkta sýning í amtmansgarðinum. Finnur Koba hevur hitt Búa og Dánjal til eitt prát um hetta.
Eini 20-25000 gestir fara at gista í nýggja hotel KG í Klaksvík. Men hvørji krøv setir tað til ferðavinnuna í økinum. Tað tosa vit við leiðaran í Visit North, Theresu Turidardóttir Kreutzmann, um.