Fyrr í summar settu kommunurnar í suðuroynni Jens Arna Leo Hammerfoss í starv sum integratiónssamskipari fyri oynna, hann tekur við 1. august. Jens Arne greiðir í sendingini millum annað frá, hvat starvið inniber, og at hann sum tað fyrsta fer at seta seg í samband við allar kommunurnar í oynni.
Eisini var Finnur Koba inni á gólvinum hjá Guðrum & Guðrun, har Guðrun Rógvadóttir greiddi frá um nýggju B Corp umsøkn teirra, sum nú er gingin á møti. Hetta er ein holistik góðkenning, sum í líka stóran mun tekur atlit til fólk og umhvørvi sum til botnlinju.