Í fjør endaðu 63 túsund tons av burturkasti á føroysku ruskstøðunum hjá IRF og á Kommunalu brennistøðini. Hetta er tilfar, sum vit føroyingar tveita burtur, og hjá flestu okkara er hetta tilfar burtur úr huganum, so skjótt tað er farið í ruskposan, ella tá vit hava verið á bingjuplássinum við tí.
Men ruskið er ikki horvið, og fyri tey, sum arbeiða við okkara burturkasti, letur ein heilur heimur seg upp, tá vit hava verið á bingjuplássinum við teimum lutum, vit ikki brúka meira.
Leinkja til føroysku burturkasttrappuna
Luttakandi eru millum onnur Súsanna Berg og Jógvan Mørkøre frá IRF og Elsa Berg.