Átakið eitur "Kveik Ung" og byggir á tvær verkstovur. Á verkstovuni "Kveik Ung" fáa ung millum 16-25 ár møguleika fyri at gerast ein Ungdóms Kveikjari. Hetta snýr seg um at læra tey ungu, hvussu tey kunnu ansa eftir og betra um sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum, sínum vinum og javnaldrum.
Fólkaheilsuráðið fær serstaka vitjan úr Avstralia av stigtakaranum til átakið, Darci Miller, ið fer at standa fyri verkstovunum.
Hoyr Moniku Mohr frá Fólkaheilsuráðnum og Darci Miller greiða frá.