Sætta sending um kirkjubygging í Føroyum snýr seg um tær nýggjastu kirkjurnar. H.C.W. Tórgarð, arkitektur, er ein teirra, sum hevur sett sín serliga dám á kirkjubygging í Føroyum. Hann bygdi millum aðrar gomlu katólsku kirkjuna í havn. Katólska kirkjan hevur í seinastuni fingið nýggja kirkju, sum annar arkitektur, Árni Winther, hevur staðið fyri. Sum tað sæst verða kirkjurnar alt meira merktar av, at tey, sum standa fyri, vilja hava kirkjuna at vera ein bygning, sum skarðar fram úr á onkran hátt.
Lagt til rættis: Malan Johannesen.