Silas Olofson og familjan hava búð og virkað í Turkalandi í góð fýra ár. Silas hevur verið prestur í staðbundnu luthersku kirkjunu og eisini hevur familjan arbeitt millum syriskar flóttar og kurdarnar í landsynningsturkalandi. Hetta arbeiðið var m.a. stuðlað av kirkjuliga missiónsfelagnum.
Hetta arbeiðið fekk tó ein bráðan enda, tí Silas var útvístur av landinum, við ákærum um at vera yvirgangsmaður.
Familjan hevur nú fingið boðið starv í Mongolia, har tey vera send út sum trúboðarar av Norsk Lutherska Missionssambandinum í samstarvi við Kirkjuliga Missiónsfelagið.