Dagstovnar eru til fyri at geva børnum nakrar møguleikar, og teir eru ikki bara ansingartilboð, so foreldrini kunnu arbeiða, sigur Hildur Patusson, forkvinna í Dagstovnaráðnum, sum hevur fingist við dagstovnanámsfrøði alt sítt lív.
Dagstovnalógin gevur børnum nógvar góðar møguleikar at mennast fjølbroytt, og tá skulu umstøðurnar verða soleiðis, at tað passar til aldurin hjá barninum.
Tað er týdningarmikið fyri børn, eisini smá børn, at tey fáa hóskandi avbjóðingarnar og fjølbroyttar møguleikar.