– Tað týdningarmesta er, at børnini trívast har tey eru, og at tey tíma at koma aftur næstu ferð. Soleiðis sigur Petur Mittún, tá hann verður spurdur, hvønn ítrótt foreldur skulu velja til sítt barn.
Eisini sigur hann í sama viðfangi, at tað er av alstórum týdningi, at foreldur lata venjara vera venjara, og ikki blanda seg ov nógv, skuldi tað verið so, at barnið ikki skal spæla á A-liðnum.