Hergeir Nielsen, fyrrverandi tingformaður, er fegin um málningin, sum júst er komin upp at hanga í løgtinginum. Málningurin, sum er ein vangamynd av Hergeiri, hongur við síðuna av fýra øðrum málningum, sum hanga í løgtinginum. Síðani stýrisskipanarlógina verða málningar av øllum tingformonnum, sum hava sitið síðani, hongdir upp í løgtinginum. Málningin av Hergeiri hevur Jógvan Andreas á Brúnni málað.