Menstruatiónskoppurin er vistfrøðiligur og samlar blóðið uttan, at tað er í samband við undirlívið, so tískil er reinførið betri enn við eitt nú tampax. Hann ger ikki skaða á slímhindurnar í undirlívinum, sum tampax annars kann gera. Ein kann royna seg fram við koppinum, sigur Bjørghild Djurhuus, og um tað er nakað fyri ein, so vil hon viðmæla at brúka hann. Koppurin fer eisini at verða meira og meira nevndur, tá tosað verður um menstruatiónsmøguleikar.