Tað eru serliga gentur, ið føla eitt trýst, og tað er bæði viðvíkjandi karakterum og idealum, siga tær báðar. Eisini er tað tabu at fáa minni góðan karakter, og tað er vanligt at stremba eftir góðum karakteri allatíðina. Vit áttu at tosa meira um hetta, og tað er týdningarmikið ikki at leggja í alt, siga Hanna og Barbara.