Í síðstu viku varð faldarin hjá Tórshavnar Kvøldskúla borin í hvørt hús í Tórshavnar kommunu. Umleið 260 lærugreinar eru, og fleiri lærugreinar vórðu fullteknaðar beinanvegin, og hava nú langar bíðirøðir. T.d. eru lærugreinarnar brodering, silvurarbeiði, steinarbeiði, glaslist, veving o.s.fr. ógvuliga væl umtóktar, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari. Tilmeldingin til kvøldskúlan endar sunnukvøldið á midnátt.