Síðani seinast í fimtiárunum hevur KFUM skipað fyri basari á ólavsøku, men nú verður givist, tí grundarlag ikki er fyri honum longur.
Orsøkin er, sigur Eyðfinn Sigurstein, at ólavsøkan er broyt, soleiðis at nógv av virkseminum nú er savna longri niðri í býnum, og tí ganga fólk ikki niðan til KFUM longur.
– Tað er sjálvandi harmiligt, at noyðast at gevast, men sum er kenna vit okkum noydd til tað, leggur hann afturat.