Ólavsøkukabarettin er sum vant stuttlig og samfelagsaktuell og hóskar seg til hýrin á ólavsøku. Tað eina brotið úr Ólavsøkukabarettini kann hoyrast her, og tað snýr seg um grindahvalir og G! festival.
Sóley Danielsen, Katrin Joensen-Næs, Rebekka Rafael, Torkil Tórgarð og Jákup Dahl Wardum spæla Ólavsøkukabarettina 2019.
Andrias Høgenni er leikstjóri, og tað er fyrstu ferð, at hann roynir tað. Hann helt tað vera stuttligt, at royna okkurt nýtt, men hóast hetta er nýtt fyri hann, so er hann vanur at leikstjórna.