Tað er fjórða árið á rað at Dansieksperimentið er, og nú eru fyrireikingarnar byrjaðar til sýningarnar, sum vera 23., 24., og 25 august. Dansurin tók seg serliga fram eitt tíðarskeið í Føroyum, men dalaði so aftur. Dansieksperimentið er ein roynd at fáa dansin og føroyskar dansarar fram aftur í Føroyum. Vit vóru á Føroya fólkaháskúla til eina venjing hjá Dansieksperimentinum.