Leygardagin savnaðust 360 fólk úr øllum landinum til Landsdansistevnu í Havn. Og Summarmorgun gjørdi eina reportagu í Sjónleikarhúsinum, har dansurin gekk til tann ljósa morgun.
Tey, sum eru við í innslagnum, eru: Hendrik Egholm úr Stígum Fast á Sandi, Kristian Jacobsen úr Eysturoyar Dansifelag, Eina Gudmundsen úr Vága Dansifelag, Birgir Djurhuus úr Havnar Dansifelag og Hildur Kruse Sørensen úr Dansifelagnum á Látrinum á Eiði.