Effo skal gera eina stóra vindmyllulund á vestursíðuni á Lambavík. Talan er um 24 vindmyllur, og lundin eru fýra ferðir so stór sum vindmyllulundin á Gellingarkletti oman fyri Havnina.
Havsbrún í Fuglafirði er ein av stóru avtakarunum at grønu orkuni, men ætlanin er eisini at framleiða grøna orku til skip og bátar, í fyrsta umfari til tvíkiljur.
Gestir: Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún
Gjørt sendingina hava: Frants Jensen, Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana