Við slagorðunum "allir kroppar eru summarkroppar" hava ymiskar myndir av ymiskum fólkum verið at sæð á Instagramvanganum hjá Sinnibata Ung.
Fólk hava sent teimum nakrar myndir av sær, til dømis í bikini og svimjidrakt ella eina mynd av einum berum búki. Og so hava tey skrivað ein tekst um sína kropsfatan.
Harafturat hevur ymisk list verið á vanganum, sum snýr seg um kroppar so ella so, tekningar, yrkingar, tónleikur o.s.fr.