Í apríl mánað kom 26 ára gamla Ruby Dombek úr Vermount, USA til Føroya at arbeiða. Hon hevur arbeitt við veðurlagsbroytingum seinastu árini og hevur altíð havt stóran áhuga fyri hesum.
Hesin áhugi leiddi hana til fyritøkuna Ocean Rainforest, har hon arbeiðir í dag.
Upprunaliga skuldi Ruby Dombek arbeiða í Føroyum í tríggjar mánaðir við einum ferðafólkavisum, men trupla støðan við koronu gjørdi, at hon hálsaði um og søkti um arbeiðsloyvi.